Minnir frá “Kava í minnisdýpinum”

Nakrar løtur frá høvundaverkstovuni “Kava í minnisdýpinum”. Nógvir sera áhugaverdir, hjartanemandi og tankavekjandi tekstir komu burturúr, tá luttakararnir kavaðu í minnisdýpið. Sera krevjandi dagar, men ríkandi fyri bæði luttakarar og skeiðsleiðarar. Her eru nakar smáar eftirmetingar frá luttakarunum:

“Sera læruríkt, hugkveikjandi og orkugevandi. Væl uppbygt skrá og fjøllbroytt samanseting av luttakarum.”

“Skeiðið hevur givið mær størri innlit í hvussu ein kann blanda minnir saman við fiktión, og tað hevur verið eitt fantastiskt og ríkandi upplivilsi, at skriva og hoyrt tær søgur sum eru sprettar úr hesum arbeiðshátti. Dugnaligu undirvísararnir hava megna at skapa eitt trygt arbeiðsrúm afturvið avbjóðungum, sum hav sent meg é eina skapandi ferð.”

“Deiligt og læruríkt vikuskiftið. Fult av inntrykkum, og søgum út yvir allar forvæntningar. Ein góður máti at seta ferð á skriving, og at tosa at siga frá (fortelja). Tað er ein deilig kensla at vita, at tað eg eri komin við, fari eg avstað aftur við 100 ferðir fleiri.”

“Ein heilt einastandandi møguleiki at seta ferð á skriviarbeiði, bæði hjá vandum og minni vandum høvundum; eitt gullnám av nýskrivaðum tekstum uppá einans eitt vikuskifti.”

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s