Skapa tíni egnu bindingarmynstur

Nýggja troyggju til føroysku klæðini?
Kom og ger tíni egnu serstøku bindingarmynstur til troyggjuna.

1551691_1447785595436868_1158806124_nÁ 5 daga skeiðnum lærir tú um

  • at skapa títt egna mynstur úr verandi mynstri
  • at vaksa um mynstur
  • at seta mynstur saman
  • at gera mynstur, sum kann standa einsamalt
  • at síggja munin frá tí teknaða til tað bundna
  • at síggja tín mynsturstíl
  • at binda struktur í mynstri
  • at litseta mynstur


Tilfarslisti:

  • Blýant, viskileður, pen, tuschir ella litblýantar, skitsubók, mátiband, nál, saks, ternut pappír, 2 A5 brævbjálvar og klistriband.
  • Minst 3 noðir av sama slag tógvi, men í ymsum litum, og hóskiligir stokkar at binda tað við.
  • Minst 3 noðir av tógvi í sama lit, men av ymiskum tilfari so sum mohair, ull, bumull, hør, pels o.t., og hóskiligir stokkar at binda tað við.


Ætlar tú í holtur við eina troyggju, tak endiliga tógv og stokkar við.

Skeiðið er fyri fólk, sum duga at binda, tvs. kasta uppá, taka av og binda rætt og rangt.

————————-

Katrina í Geil hevur MA í Design frá Designskolen Kolding og er í Føroyum best kend sum designari og stylistur m.a. á Nýggj Kvinna í blaðnum Kvinna. Minni kent er, at hennara fyrilestrar og verkstovur innan design og binding hava vakt ans uttanlanda og at hon hevur arbeitt í londum sum Íslandi, Álandi,Onglandi, Estlandi, Danmark, Litauen og USA. 

Katrinusa skeið eru nýskapandi, stuttlig og full av Aha-upplivilsum. Hennara hugburður er, at øll eru kreativ, at vitan er týdningarmikil og at kiksarir og feilir eru til fyri at læra av. Á skeiðunum førir hon varisliga bindikonurnar gjøgnum skapandi arbeiðsháttin og vísir ymsar mátar innan design, sum ger tær betri førar fyri at skapa sítt egna, leyst av uppskriftunum hjá øðrum.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s