Ert tú kanska ein av lærarunum á nýggja Listaháskúlanum?

Hevur tú hug at vera við til at mynda nýggja listaskúlan í Føroyum?

Send okkum títt CV innan 8. juni!

Fyri góðum ári síðani varð fyrsta stigið tikið til at seta á stovn føroyskan listaskúla. 30. mars í ár varð skúlin stovnsettur.

Endamálið er undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum* ástøðiliga og ítøkiliga.

 

Nú fara vit í gongd!

Tíðin er komin at knýta góðar lærarar at skúlanum og leggja fyrstu heystskránna til rættis, tí verður nú lýst eftir møguligum undirvísarum til skúlan. Ynski er at fáa ein breiðan hóp av undirvísarum, sum umboða ymisk øki innan listagreinarnar.

Dentur verður lagdur á, at støðið er høgt, tískil skulla undirvísarar á listaskúlanum lúka tvær avhesum trimum treytunum:

  • Prógv um minst trý ára útbúgving á Bachelor-støði við denti á listafakligt háttalag.
  • Prógv um minst trý ára listarligar arbeiðsroyndir, har arbeitt hevur verið burturav við listagreinini.
  • Skrivlig viðmæli frá minst trimum lærarum á skúlanum og/ella viðurkendum listafólkum innan ávísu listagreinina.

 

Framferðarháttur:

Hevur hug og førleikar at vera ein av teimum, ið verður við til at mynda skúlan,  ert tú vælkomin at senda títt CV og møgulig uppskot til skeið til listahaskuli@gmail.com. Freistin er 8. juni 2014. Spurningar kunnu eisini sendast somu t-postadressu.

Títt CV verður síðani lagt í okkara CV-grunn. So skjótt vit hava fingið eitt hóskandi tal av møguligum undirvísarum, seta okkum í samband við tykkum.

 

Vinarliga

Føroya Listaháskúli

 

* Fyrstu árini verður tónleikur ikki ein partur av tilboðunum, av tí at Musikkskúlaskipanin í Føroyum er so mikið vælvirkandi.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s