Myndlist: At ivast meðan vit ganga og at ganga meðan vit ivast. – Ivi sum tól í listarligum virksemi

Skeiðsheiti:  At ivast meðan vit ganga og at ganga meðan vit ivast. – Ivi sum tól í listarligum virksemi.

Undirvísari:  Jóhan Martin Christiansen

mynd_listahaskuli_jmcMálbólkur:

Skeiðið er ætlað teimum, sum frammanundan arbeiða við list, men sum enn ikki eru heilt vís í hvørja ætt leiðin skal leggjast. Dentur verður eisini lagdur á (fyri tey sum hava áhuga í tí) at menna eitt “mál” (bæði visuelt og hjá luttakaranum, so at viðkomandi kann gerast før/ur fyri at søkja víðari á hægri lærustovn innan list, t.d. eitt listaakademi.

Lýsing av skeiðnum:

At ivast er ein stórur partur av tí at gerða list. Ivin er viljin til at skilja tað, sum gongur fyri seg inni í høvdinum á okkum sjálvum og øðrum. Vit fara at seta ivan í miðdepilin,  fyri at finna út av um hann kann brúkast til eitthvørt listarligt virksemi. Ivin er at seðga á – ivin er sum eitt tól, ið kann brúkast til at kanna tað sum liggur ímillum okkara tankar og tað sum vit ynskja at lýsa listarliga.

Arbeiðsháttur:

Introduktión/fyrilestur. Kjak um tekstir/listaverk. Egið arbeiði. Individuellur/felags kritikkur. Tað at gerða eina framsýning.

Lesilisti:

Walter Benjamin, The Work of Art in the Age of Mechanical Reproduction, 1936
Paul Klee, Om det moderne, 1924
Fleiri tekstir koma.  Tekstirnir verða handaðir út til luttakarnar, tá ið skeiðið byrjar.

Nær: 

Hetta verður eitt skeið í trimum pørtum (umleið ein vika tilsamans).

Fyrsti partur (22.‐24. september 2014 (5 tímar hvønn dag)):

At gera sær nakrar tankar um heimin rundanum seg, og seta hetta í samband við tankar hjá øðrum (t.d. filosofi, aðra list, osv.)

Annar partur (6.‐7. oktober (5 tímar hvønn dag)):

At fara til verka – hvussu verða hesir tankar lýstir á ein listarliga hátt?

Triðji partur (10.-12. november (5 tímar hvønn dag)):

Verkini skulu úr verkstaðnum – hvussu seta vit eina bólkaframsýning upp?

Og hvat merkir hetta?

Hvar:  Upplýsingar koma seinni

Kostnaður:  Upplýsingar koma seinni

Tekning og spurningar til skeiði: johanmartinchristiansen@gmail.com

Spurningar til Listaháskúlan: listahaskuli@gmail.com

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s