Bókmentir: Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir

Skeiðsheiti:  Kenn tínar persónar, sum tínar bestu vinir

Undirvísari:  Petur Pólson og Rakel Helmsdal

Málbólkur:

Hetta er bæði fyri leik og lærd. Tey, sum eru von at skriva, fáa eitt skump og ein nýggjan vinkul og tey, sum júst eru byrja, fáa hjálp at seta ferð á og leypa upp frá.

Lýsing av skeiðnum:

Hvussu gert tú fiktivar persónar so livandi, at tú heldur, at tú hevur hitt tey fyrr?

Persónarnir í søgum okkara eru eygu lesarans. Tú, sum skrivar, skalt vita, hvussu og hvat hesi eyguni síggja.

Á skeiðnum arbeiða vit við at menna persónarnar í søguni, fáa innlit í, hvussu vit koma longur inn í teir fiktivu persónarnar og gera teir veruligar.

Vit læra tey at kenna, so vit vita, hvussu tey uppliva hesa søguna, sum vit hava rent tey inn í. Vit læra okkum at elska tey sum okkara bestu vinir, og kortini at vera ónd við okkara kreatiónir, at taka lívið av teimum um neyðugt og geva teirra uppgávur til onnur. Vit fara gjøgnum allar verðsins ræðuleikar saman við teimum, uppliva tað, tey uppliva við okkara egnu kenslum.

Arbeiðsháttur:

Vit arbeiða bæði hvør sær og í bólkum. Tveir høvundar leiða vikuskiftið, men vit fáa eisini áhugaverdan gest at geva okkum inspiratión.

Krøv til luttakarar:

Hvør luttakari skal hava ein tekst við, har minst 2 persónar eru í. Tað nýtist ikki vera ein liðug søga, bara ein góð byrjan.

Nær: 24. – 26. oktober (sí skrá)

Hvar: Upplýsingar koma seinni

Kostnaður:  Upplýsingar koma seinni

Tekning og spurningar til skeiði: rakel.helmsdal@gmail.com (tekning +spurningar) og peturpolson@gmail.com (bara spurningar)

Spurningar til Listaháskúlan: listahaskuli@gmail.com

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s