Sniðgeving: Prýð teg við egnum sniði – unika smykkur

 

Skeiðsheiti:  Prýð teg við egnum sniði – unika smykkur

Undirvísari:  Pernille Falch Heinesen

unika smykkeMálbólkur:  Tann, sum hevur áhuga

Lýsing av skeiðnum:

Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum kunnleika um unika smykkur –kropsprýði í serstøkum sniði.

Hugskotið, royndin og kenslan er miðdepilin í verkstovuni. Vit taka støðu til tilfar, stødd, formar og tær mongu skiftingarnar í gongdini at skapa eitt serstakt kropsprýði. Prýði, sum rúma persónsmensku, søgu, javnvág, álvara og gaman.

Komið verður inn í ein heim, har vit menna hugskot og læra at skapa av nýggjum: at gera model, at velja og at gera prýðislutirnar lidnar. Eisini við tilfari, sum vit ikki vanliga seta í samband við kropsprýði.

Vit royna at skapa eitt verk við støði í persónsmensku, typu og heimi tí, sum skal bera prýðið.

Høvuðsdenturin verður lagdur á at menna hugskot og minni verður gjørt við tekniskar loysnir.

Allir luttakararnir enda við sínum egna kropsprýði.

Nær: 10 mánadagar frá kl. 19 til kl. 22 (18-22 tann 6/10-2014) í tíðarskeiðinum 6/10-2014 til 16/2-2015

Hvar: Upplýsingar koma seinni

Kostnaður:  Upplýsingar koma seinni

Tekning og spurningar til skeiði: pernillefh@gmail.com

Spurningar til Listaháskúlan: listahaskuli@gmail.com

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s