Sniðgeving: Unika design úr glasi og ruski

Skeiðsheiti:  Unika design úr glasi og ruski

Undirvísari:  Vígdis Petersen Høgagarð

Málbólkur: Øll áhugad, helst min. 7 ár +

Lýsing av skeiðnum:

Hvat kanst tú ítøkiliga ogna tær burturúr hesum kreativa rúmi?

  • Íblástur til at skapa
  • Trimma tína kenslu fyri støddum og lutfalli
  • Styrkja um tín amboðskassa
  • Fáa innlit í form, tilfar, litir og litsamanseting
  • Viðgera ymisk sløg av modelleringstøkni- Stýra tilgongdini frá hugskotsmennig til verk ella grundsnið
  • Hugskot til at miðla teg til umheimin, síggja fleiri sjónarhornog fáa framtíðarperspektiv til kreativan vøkstur.

DSCI3002Vit navigerað millum teori og praksis og skiftandi upplegg og verkstovu. Gott er at hava við sær eina skitsubók e.l. + nakað at tekna & skriva við. Tað einasta sum krevst er at verða opin fyri at síggja og royna nakað annað enn tað, ein er vanur við, og hug og vilja til kreatvitetin.

Á skeiðnum verður ríkiligt av ruski og glasi, tó eru øll vælkomin til at taka við sjálvi. Kann vera okkurt sum er á veg burtur ella bara trongir til at verða sett saman við onkrum øðrum ella skapt til nakað annað enn tað er. Innan glas nyta vit kaltglas tøkni, tvs. vit arbeiða við glasinum, meðan tað er kalt, skera tað til og smelta í ovni, sum kallast fusing. Hetta gera vit tann fyrsta dagin so vit kunnu gera tað liðugt til dagin eftir.

Í tilgongdini við at eksperimentera fylja góð ráð eftir tørvi.

NB: Uppfylgjandi online ráðgeving er møgulig eftir tørvi og framhaldandi modulir av hesum sama er undir framhaldandi menning…

Praktiskt og teoretiskt:

Kveikjandi úrval av tilfari úr bæði listasøguni og nøkrum av tí, sum sum rørir seg á kreativa pallinum kring heimin í okkara samtíð, fer at verða gjøgnumgingið.

Tíð: 

17. oktober frá kl. 16,00 til 21.00 og 18. oktober, frá kl. 14.00 til 19.00 2014 (+ evt eyka tíðir áðrenn jól, um áhugi er til tess, og/ella um onkur ynskir eitt víðari skeið)

Hvar: Upplýsingar koma seinni

Kostnaður:  Upplýsingar koma seinni

Tekning og spurningar til skeiði: vigdispetersen@gmail.com

Spurningar til Listaháskúlan: listahaskuli@gmail.com

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s