Um Listaskúla Føroya

cropped-roynd-header-01-01-01-01-01-0112.jpg

Endamálið hjá Listaskúla Føroya er at veita undirvísing á høgum støði í skapandi lærugreinum, bæði í teori og praksis.

Listaskúlin samstarvar við skúlar, listafelagsskapir og mentanarstovnar at menna listaligu evnini og gávurnar hjá næmingunum og styrkja listalívið í Føroyum.

Í fyrstu atløgu fer listaháskúlin undir skeiðsvirksemi.

Navn skúlans er Listaskúli Føroya, á enskum nevndur The Faroese Academy of Arts. Leiðsla skúlans er stýrið, sum er valt á aðalfundinum. Eftir ætlan skal skúlin virkað um alt landið.

Allir undirvísarar á skúlanum skulu góðkennast eftir ávísum reglum.

Listaháskúli Føroya skal eisini virka sum ein pallur fyri listafólk at hittast og fáa lut í vitan frá øðrum listafólkum.

Samband fæst við at skriva til listahaskuli@gmail.com.

 

Ger eina viðmerking